Heilsuhjálparafelag Føroya átalar Føroya Kommunufelag
Heilsuhjálparafelag Føroya átalar Føroya Kommunufelag fyri ikki at halda sáttmálan hjá limunum.
Vit hava víst á, at eindarleiðarin í Heilsuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu tekur sær rættin at tulka sáttmálan hjá Heilsuhjálparafelag Føroya sum tað passar henni. Tískil tilskilar hon sær rættin at leggja avspákan inn í arbeiðsplanin hjá limunum. Vit hava havt fleiri fundir við Føroya kommunufelag um trupulleikan og kravt, at tey taka hetta aftur.
Eindarleiðarin í Tórshavn sigur seg hava gjørt rætt, tá hon hon frá januar í 2016 er byrjað at leggja avspákan inn í rullið, at hon setur ein tíma av einari vakt til avspáking. Hon tilskilar sær eisini rættin at seta sunnu- og halgidagar til avspákan, tá hesi eftir sáttmálanum hava rætt at fáa teir útgoldnar.
Tað, sum starvsfólkini eru hørm um, er at hetta er teirra upptjenta frítíð og skal tí ikki setast í arbeiðsplanin fyri at dekka ein norm. Og tá tey so skulu avspáka ein dag, ella hava feriu, (tey flestu arbeiða niðursetta tíð) og mangan ikki hava upptjent til fulla feriu, so tekur leiðarin burturav 6. feriuviku, tá tey altso ikki hava nakra avspákan.
Sætta feriuvikan er serlig, tí hon kann goymast í fleiri ár eftir avtalu. Men tá ein leiðari tekur av henni fyri at dekka feriu ella avspákan – uttan at tað er ein avtala frammanundan, er tað brot á sáttmálan.
Óloystir trupulleikar
Vit hava havt fleiri fundir við Føroya Kommunufelag um trupulleikarnar, sum eru í Tórshavnar kommunu, men tey hava ikki loyst trupulleikan.
Føroya Kommunufelag hevur ført fram, at tey eru nærri borgaranum, nú eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita. Møguliga er tað so, men tá tað kemur til starvsfólkini, er kommunan í fleiri førum longri frá, tí ein hevur valt at hava fjarleiðslu og er tí ikki tilstaðar. Tá spurningar ella trupulleikar eru, so er ongin leiðari at venda sær til, tí teir eru ikki til staðar á arbeiðsplássinum.
Vit hava havt fleiri fundir við Føroya Kommunufelag, har tey væl skilja, hvat vit føra fram viðvíkjandi avspákan – og skilja sjónarmiðini hjá felagnum. Men enn hevur Føroya Kommunufelag ikki loyst trupulleikan.
Vit krevja, at Føroya Kommunufelag loysir trupulleikarnar, sum eru íkomnir á stovnum og eindum undir Tórshavnar kommunu.