
Heilsuhjálparafelag Føroya havt ársaðalfund
Leygardagin 23. apríl var ársaðalfundur felagsins.
Fundurin byrjaði við, at forkvinnan Mary Antonsdóttir greiddi frá um virki felagsins í farna árið og síðani greiddi forkvinnan frá um semjuna, ið varð undirskrivað í mars.
Í ár er fyrstu ferð at atkvøðugreiðslan viðvíkjandi nevndarlimum og tiltakslimum ikki er á sjálvum aðalfundinum, men er atkvøðugreiðslan nú talgild og verður kunnað um valið á aðalfundinum.
Einki uppskot var komið inn til nevndarvalið, tá freistin var úti.
Svenn Martinsson og Ragnhild Rasmussen tóku við afturvali. Tiltakslimir eru ElsaMaria Helmundsdóttir Højgaard og Ragna Vilhelmsdóttir.
Jenis av Rana, landsstýrismaður hevði eina áhugaverda framløgu um heilsuhjálparaútbúgvingina.
Fundurin endaði við, at lutakast var um seks gávukort frá FK.
Til undirhaldið luttóku Elisa Vang og Magni Christiansen.
Val av fólki møttu, og høvdu vit eitt hugnaligt kvøld saman.
Nevndin hevur síðani skipað seg við næstforkvinnu.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Fríðhild Winther, næstforkvinna
Marjun Petursdóttir Jensen, nevndarlimur
Svenn Martinsson, nevndarlimur
Ragnhild Rasmussen, nevndarlimur