
Tíðindi
Nevndarval
Tá freistin at stilla upp til nevnd var av 15. februar, vóru tvey uppskot komin inn til nevndarvalið.
Tey innkomnu uppskotini vóru sitandi nevndarlimir Ragnhild Rasmussen og Svenn Martinson, ið standa fyri vali í ár, og eru tey sostatt afturvald.
Hetta merkir, at ongin talgild atkvøðugreiðsla verður, men verður nevndarvalið kunngjørt á aðalfundinum sambært § 13. stk. 4 í viðtøkum felagsins.
Vit gleða okkum at síggja tykkum á Hotel Føroyum 23. apríl.
Nevndin