Tíðindi
Heilsuhjálparafelag Føroya stuðlar Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsuhjálparafelag Føroya, skal hervið lýsa sín fulla stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, nú teir eru í verkfalli, í samband við lønarsamráðingar.
Samstundis heitir Heilsuhjálparafelag Føroya á Fíggjarmálaráðið, um at koma aftur til samráðingarborðið og finna eina virðiliga loysn á trætuni ið er nøktandi fyri báðar partar.
23.10.2020
Heilsuhjálparafelag Føroya