Tíðindi

Pallborðsfundur um eldraøkið á Hotel Føroyum

Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skipa fyri pallborðsfundi á Hotel Føroyum 28. okt kl 19.

Evnið er eldraøkið – Rætturin at arbeiða fulla tíð – Starvsfólkanormeringar – Hvat vilja kommunurnar gera, fyri at tiltrekkja sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og varðveita hesi í størvunum?

Við pallborðið sita borgarstjórar, sum hava havt evstu ábyrgd av eldraøkinum síðstu 4 árini. Eisini verður eitt fakligt íkast frá Jónvør Christiansen AKGS sjúkrarøktarfrøðingi. Fyri at halda almennu tilmælini, er neyðugt við tilmelding.

Tiltakið verður samstundis stroymt og til ber at senda spurningar inn, umvegis okkara sms skipan.

Hevur tú spurningar ella tørv á hjálp, kanst tú seta teg í samband við Mary Antonsdóttir á telefon 78 87 25 ella á t-post hhff@hhff.fo.

https://innrita.tilmelding.fo/registration_step1.php?e=12167a5f5b94de86b89267bff4b3cf61

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button