Tíðindi
Helena og Astrid fingið heiðursmerkið
Í gjár fingu Helena Berthelsen og Astrid Anthoniussen, ” Dronningens fortjenestemedalje”, fyri trúgva tænastu innan eldraøki.
Tær hava báðar arbeitt meir enn 40 ár, fyrst sum heimahjálparar og síðani sum heilsuhjálparar, og gleðast vit saman við teimum.
Heilsuhjálparafelag Føroya ynskir teimum hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum og ynskja teimum eina bjarta framtíð.