
Aðalfundur 23. apríl 2022
Skráin til aðalfundin 23.apríl kl 15 á Hotel Føroyum er hendan:
Val av fundarstjóra.
- Frásøgn um virki felagsins í farna ári
- Grannskoðaður roknskapur og fíggjarætlan verða løgd fram
- Ásetan av løn til formann, og samsýning til nevndarlimir
- Møguligar lógarbroytingar
- Møgulig uppskot frá limum og nevnd
- Val av grannskoðara
- Nevndarval og val av tiltakslimum verður kunngjørt
- Úrslit av formansvalið verður kunngjørt (ikki fyri vali í ár)
- Ymiskt.
Aðalfundurin byrjar stundisliga kl 15. Heitt verður á limirnar at møta í góðari tíð, til innskriving sum byrjar kl 14.
Kl 14.30 Kaffi/te og køka, stendur á buffet
Kl 15.00 Fundur byrjar
Kl 16.15 Steðgur við smoothie og múslibarr
Kl 17.00 Fundur endar
Kl 17.05 Skemt við Elisu Vang
Kl 18.00 Steðgur við brúsandi víni í lobby
Kl 18.30 Forrættur- Hummarasuppa við tikararækjum, súrróma, stoktum fleski, salicornia, sólturkaðar tomatir og dild omaná.
Høvuðsrættur: Lambstjógv við grillaðum broccoli, fennika puré, soppa sós og ertaskot omaná.
Dessert: Gateau marcel við sjokoláta mousse, hvít sjokoláta morl, sólber sorbet og blommur í madeira.
Sodavatn, vatn og vín adlibitum til borðhaldið.
Kaffi og te afturvið dessertini.
KL 20.00 Tónleikur við Magna Christiansen
Tilmelding til sjálvan aðalfundin, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. apríl kl 12.
Tilmelding er umvegis teldupost: hhff@hhff.fo ella á tlf 317725 og eisini umvegis álitisfólkini.
Møtið fjølment!
NEVNDIN
Vit kunnu í ár bjóða luttakarunum gisting á Hotel Føroyum, har avsláttur er 25% av dagsprísi fyri bæði einkult og dupult kamar. Bæði íroknað morgunmat.
Bíleggingin skal verða gjørd umvegis heimasíðuna hjá Hotel Føroyum www.hotelforoyar.fo