Tíðindi
Hóttanir loysa ongar trupulleikar!
Heilsuhjálparafelag Føroya vil hervið sýna sín fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra lønarstríðið og heitir á Fíggjarmálaráðið, at fara aftur til samráðingarborðið og føra veruligar samráðingar.
Eisini vil Heilsuhjálparafelag Føroya harðliga átala, at stjórin í Almannaverkinum hóttir síni starvsfólk, so tey kenna seg kroyst og bangin. Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og ábyrgdin liggur hjá leiðsluni og politiska myndugleikanum. Heilsuhjálparafelag Føroya noktaði limum sínum í farnu viku, ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Mary Antonsdóttir, forkvinna