Kunning til limirnar viðvíkjandi verkfalsraktum arbeiði
Í samband við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevur leiðslan í Almannaverkinum gjørt vegleiðing um, hvussu arbeiðið kann skipast. Hendan vegleiðing er ikki í tráð við sáttmálar ella galdandi reglur fyri arbeiði, sum er rakt av verkfalli.
Heilsuhjálparafelagi Føroya, Heilsurøktarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava í felag sent skriv til Almannaverkið og Fíggjarmálaráðið har vit hava átalað gjørdu mannagongdina.
Tað er heilt greitt, at við hesari vegleiðing roynir Almannaverkið, óheimilað, at umleggja arbeiðstíðirnar á stovnum radikalt við tí endamáli at fáa limir í øðrum feløgum, í hvussu er óbeinleiðis, at gera verkfalsrakt arbeiði.
Feløgini meta tí, at tað er neyðugt við einari vegleiðing til okkara limir, nú trýst verður lagt á teir fyri at átaka sær verkfalsrakt arbeiði.
Galdandi er; at møgulig nýggj vaktarætlan skal altíð gerast eftir reglunum í sáttmálunum hjá feløgunum. Tað merkir heilt einfalt, at arbeiðsgevari kann ikki leggja nýggja vaktarskipan í sambandi við verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag. Sáttmálaásetingar um umlagdir tímar kann ikki brúkast undir verkfallinum.
Fólk, sum ikki eru í verkfalli, skulu:
- gera tað sama arbeiðið undir verkfallinum, sum tey gjørdu undan verkfallinum
- møta upp til tær tíðir, sum galdandi vaktarskema ásetir
- átaka sær ongar nýggjar uppgávur
- átaka sær hvørki fleiri vaktir, umlagdar vaktir, meirarbeiði ella yvirtíðararbeiði.
Orkan og ágrýtnið til at krevja undantøk frá Føroya Pedagogfelag og broytingar í arbeiðstíðum hjá okkara limum hevði verið betri brúkt, um tað varð brúkt til tað, sum veruliga kann loysa allar trupulleikar: At tingast við Føroya Pedagogfelag um nýggjan sáttmála.