Tíðindi
Kom á fólkafund
Vit verða við á fólkafundinum á hálsi sum verður í vikuskiftinum 18 og 19. septembur.
Vit eru fakfelagið fyri heilsuhjálparar og heimahjálpir í Føroyum, um tú ynskir at vita meira um hvussu ein gerst limur og fyrimunir við at verða limur, fortelja vit tær fegin um hetta.
Ætlar tú tær at taka útbúgving?
Umboð fyri Heilsuskúla Føroya verða á básinum fríggjadagin og leygardagin millum kl. 16.00 og 17.00 og kunna um útbúgvingina til heilsuhjálpara.
Bókin “Hendur, íð fjálga” fæst ókeypis á fólkafundinum, Ása Olsen, rithøvundur til bókina, er á básinum og signerar bókina báðar dagar millum kl. 17.00 og 18.00.
Heilsuhjálparafelag Føroya