Tíðindi

Tíðindaskriv

Tórshavn 27. august 2015

Politisk semja um at bøta um korini hjá heilsustarvsfólki.
Á politiskum pallborðsfundi á Hotel Hafnia mikukvøldið lovaðu allir politisku flokkarnir heilsustarvsfólki í Føroyum sín politiska stuðul til at betra um arbeiðs- og førleikamenningarumstøðurnar.

Fakfeløgini fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar skipaðu í gjár fyri politiskum pallborðsfundi á Hotel Hafnia í Havn. Umboð fyri politisku flokkarnar vóru boðin at skifta orð um trý evni, sum hava stóran týdning fyri heilsustarvsfólk í Føroyum. Evnini vóru arbeiðstíð, skeið og eftirútbúgving og útveiting.

Pallborðsluttakararnir vóru:

  • Sonja Jógvansdóttir fyri Javnaðarflokkin
  • Katrin Kallsberg fyri Tjóðveldi
  • Ronald Poulsen fyri Nýtt Sjálvsstýri
  • Ingi Mittún fyri Sambandsflokkin
  • Ingvør Justinussen fyri Fólkaflokkin
  • Margretha Kjærbæk fyri Miðflokkin
  • Hanna Jensen fyri Framsókn

Heilsustarvsfólk sleppa ikki upp í tíð
Sum ein meginregla verða heilsustarvsfólk sett í fast starv í einum starvsbrøki, sum eitur 28 tímar um vikuna. Men hóast, ein stórur partur av heilsustarvsfólkum fegin vilja ella noyðast at arbeiða meira fyri at fáa endarnar at røkka saman, so sleppa tey ikki upp í arbeiðstíð í sínum fasta starvi. Í staðin noyðast tey – fyri at fáa endarnar at røkka saman – at taka leysar vaktir, sum leiðslurnar bjóða út, bæði á egnum stovni og á øðrum líknandi arbeiðsplássum.

Semja var millum pallborðsluttakararnar, at hendan støðan var óvirðilig fyri heilsustarvsfólk og at trupulleikin kann ikki bara avvísast sum ein sáttmálaspurningur millum fakfeløgini og Lønardeildina. Allir flokkarnir søgdu seg vilja arbeiða fyri eini politiskari loysn, har heilsustarvsfólkið verður sett í tann fasta starvsbrøk, sum tey í veruleikanum arbeiða.

Førleikamenning hevur týdning
Heilsustarvsfólk hava í løtuni sera fá skipaði skeiðs- og eftirútbúgvingartilboð, hóast áhugin og tørvurin er ovurstórur. Fakfeløgini skjóta upp at skeitt verður eftir Námi, sum veitir júst hesar tænastur til lærarar og við einum slíkum leisti uppstiðja Fróðskaparsetrið og Heilsuskúlan til at veita skeiðs- og eftirútbúgvingartilboð til heilsustarvsfólk.

Politisku umboðini tóku væl ímóti uppskotinum. Tjóðveldi og Fólkaflokkurin søgdu seg vilja arbeiða fyri eini uppstiðjan av Fróðskaparsetrinum og Heilsuskúlanum, meðan Framsókn og Javnaðarflokkurin høvdu meiri yvirskipaðar politiskar loysnir, sum ætlandi skulu bøta um førleikamenningartørvin í almenna geiranum. Allir flokkarnir søgdu seg taka trupulleikan í stórum álvara.

Nei til útveiting av heitu hondunum
Eitt sindur av politiskum hugsjónarligum kjaki stóðst av triðja evninum, sum varð útveiting eftir eldralógini. Flestu politisku flokkarnir søgdu seg vera ímóti at útveita tær sonevndu heitu hendurnar, meðan Framsókn og Fólkaflokkurin søgdu seg vera fyri sunnari kapping undir ábyrgd og treytum til privatu veitararnar. Breið semja var tó um júst hetta, at neyvar treytir mugu setast, áðrenn nakað verður útveitt innan heilsurøktina.

Nærum fullsett var í Parnassinum á Hotel Hafnia og eyðsæð var, at umrøddu trupulleikarnir liggja limum, avvarðandi og øðrum fakbólkum nógv á hjarta.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close