Tíðindi

Lønarlyft og aðrar loysnir í mun til brúkaraprístalsvøkstur

Heilsuhjálparafelag Føroya, gjørdi nýggjan sáttmála í februar 2022. Sama mánað, brast kríggj á í Ukraina, ið førdi við sær, at brúkaraprístalið er vaksið munandi í 2022.

Hetta merkir, at prísurin á øllum neyðsynjarvørum er hækkaður rættiliga nógv. Hesar ógvusligu príshækkingar viðføra, at láglønarbólkar eru millum tey ið fyrst kenna sviðan av hesi syrgiligu gongd.

Sum dømi kann nevnast, at sambært tølum hjá hagstovu Føroya, var brúkaraprístalið í november 2021 3,4% meðan tað var 8,8% í august 2022.

Her eigur politiska skipanin at skipa so fyri, at mann ger eina prístalsregulering av lønum, tá brúkaraprístalið veksur óvanliga nógv, sum nú í 2022. 

Ásannandi, at limirnir í Heilsuhjálparafelag Føroya, eru ein láglønarbólkur, er tað torført hjá teimum, at fáa endarnar at røkka saman. 

Allir prísir eru farnir munandi upp, bæði á matvørum, diesel, bensin, olju til húsarhald, renta av lánum, ja á øllum neyðsynjarvørum.

Politikarin situr við valdinum, og umframt lønarhækkingar, hevur politikarin myndugleika at lækka MVG og onnur avgjøld uppá neyðsynjarvørur, so at fólk ikki enda í fátækraváða.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button