Heilsuhjálparafelag Føroya setti forfólkunum í politisku flokkunum stevnu mánakvøldið 28. november.
Heilsuhjálparafelag Føroya setti forfólkunum í politisku flokkunum stevnu mánakvøldið 28. november, har felagið samstundis handaði politikarunum faldarar við okkara valynskjum.
Valynskini verða løgd út á okkara heimasíðu og fb síðu so hvørt, fram til løgtingsvalið.
Kvøldið eydnaðist sera væl, har vit fingu samskift um teir avbjóðingar ið eru á umsorganarøkinum.
Felagið vil hava eina minimumsnormering við lóg, har visiterað verður eftir tyngd, fyri at tryggja góðskuna í røktini, soleiðis at dagurin verður betri skipaður og at tað eru nokk av starvsfólkum á einari vakt, soleiðis at ein fær veitt eina heildarrøkt.
Arbeiðsvikan skal styttast, fyri at sleppast kann undan at bróta lógina um hvílitíð og ásetingar í sáttmálanum.
Eldralógin skal dagførast, tí hon er ov leysliga orðað. Har eru eingi krøv til fakligheit, tískil ábyrgdast kommunurnar ikki fyri góðskuni av røktini og at røktin er fakliga nøktandi.
Heilsuhjálparafelagið gjørdi nýggjan sáttmála í februar í ár, beint áðrenn kríggið brast á, ið førdi við sær, at brúkaraprístalið er vaksið munandi hetta árið. Lønarhækkingin er tískil etin upp av inflatiónini.
Eingi tekin eru í sól og mána, at tað fer at batna enn á sinni, heldur tvørturímóti, tískil eigur mann at fara inn politiskt og tryggja, at eingin samfelagsbólkur dettur niðurímillum. Tískil hava vit heitt á politikararnar, at koma við haldgóðum loysnum, til tær sperdu føroysku familjurnar, ið ikki megna at fáa endarnar at røkka saman.
Starvsfólkatrotið er stórt, tískil er eitt av okkara valynkjum, at tað skal loysa seg sum pensjónistur at arbeiða. Sum nú er, verður øll inntøka omanfyri 45.000 kr um árið, mótroknað í pensjónini. Hetta er sera óheppið, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum á umsorganarøkinum, og ikki minst teimum royndu starvsfólkunum. Tað er stórt spell fyri samfelagið, at eitt stórt tilfeingið ikki verður gagnnýtt og er hetta eisini diskriminerandi aldurisma, ið styggir okkara eldru føroyingar av arbeiðsmarknaðinum.
Vit vilja takka okkara politikarum, at teir tóku sær stundir at møta okkum, hóast teir eru nógv upptiknir av valfundum osfr. At møtast til ein døgurða í hugnaligari samveru, ger at frástøðan minkar og vit fáa eitt øðrvísi og nærri samband við hvønn annan, ið skapar størri álit partanna millum.