Tíðindi

Nevndarval 2022

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur ársaðalfund 23. apríl 2022. 

Á seinasta aðalfundi, varð samtykt at velja talgilt til formans- og nevndarval og tískil eru viðtøkurnar broyttar. Meiri kunning verður seinni, tá sjálvt valið verður.

Tveir nevndarlimir standa fyri vali.
Sambært viðtøkum felagsins § 13, stk. 8, skal uppskot til nevndarvalevni vera skrivstovu felagsins í hendi, í seinasta lagi 15. februar kl. 16.00.
Uppskot til valevni, saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 15. februar. kl 16.

Vísandi til viðtøkur felagsins, § 13, stk. 6, skulu uppskot til viðgerðar á aðalfundinum vera nevndini skrivliga í hendi, í seinasta lagi 15. februar kl. 16.00.

Vinarliga
Nevndin

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button