Vegleiðing um rættin hjá tímaløntum til løn í samband við Covid-19
Vegleiðing um rættin hjá tímaløntum til løn í samband við Covid-19
Í samband við íkomnu støðuna viðv. korona, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørt hesa vegleiðing um rættin hjá tímaløntum til løn.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið mælir til, at kommunur og kommunal samstørv fylgja galdandi sáttmálum viðv., nær tímalønt starvsfólk hava rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum og nær starvsfólkini hava rætt til sjúkradagpening frá dagpeningaskipanini. Umráðandi er, at kommunur og kommunal samstørv viðgera hvørt einstakt mál ítøkiliga.
Tímalønt starvsfólk, ið eru áløgd sóttarhald: Álagt sóttarhald er at síðustilla við sjúku, ið er fevnd av lógini um dagpening, sí Løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 18. mars 2020, § 2a og § 23b, har sóttarhald er sett inn. Tímalønt starvsfólk hava sostatt rætt til sjúkradagpening frá dagpeningaskipanini, um tey hava fingið boð um at vera í sóttarhaldi. Arbeiðsgevari kann vátta, at starvsfólk er sett í sóttarhald, neyðugt er ikki við læknaváttan.
Tímalønt starvsfólk, ið hava fingið staðfest Covid-19:
Sum meginregla hava tímalønt starvsfólk rætt til sjúkradagpening úr dagpeningaskipanini undir sjúku. Tó hava ávís tímalønt starvsfólk í summum førum rætt til løn undir sjúku frá arbeiðsgevaranum. Neyðugt er tískil at hyggja í avvarðandi sáttmála, um hesin ger undantøk frá hesi reglu og gevur tímaløntum starvsfólkum rætt til løn frá arbeiðsgevaranum, hettar um arbeiðstíðin í eitt ávíst tíðarskeið er ásett í vaktlista/arbeiðsætlan.
Tímalønt starvsfólk, ið verða frítikin fyri tænastu orsakað av almennu tilmælunum:
Tímalønt starvsfólk, ið verða frítikin fyri tænastu, tí arbeiðsgevarar fylgja tilráðingini hjá Landsstýrinum í samband við COVID-19, hava rætt til løn frá arbeiðsgevaranum í mun til, hvat tilknýtið til arbeiðsgevaran er. Tímalønt starvsfólk, ið verða frítikin fyri tænastu, hava rætt til løn frá arbeiðsgevaranum fyri ta tíðina, tey eru í arbeiðsætlan, og at hetta er ásett í galdandi sáttmála fyri starvsøkið. Tá arbeiðsætlanin er yvirstaðin, hava tey ikki longur rætt til løn frá arbeiðsgevara. Tíðarskeiðini, tey hava rætt til løn sambært arbeiðsætlan, er eisini ymiskt frá sáttmála til sáttmála og eru í mun til tilknýtið millum starvsfólk og arbeiðsgevara.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið