Tíðindi

Nevndin hevur skipað seg

Nevndin skipaði seg 2. juli og hevði sín fyrsta nevndarfund 26. august. Tey nývaldu eru Svenn Martinsson, heilsuhjálpari og Ragnhild Rasmussen, hjálparfólk.

Nevndin hevur skipað seg við næstformanni/kvinnu, formaðurin/kvinnan, verður vald beinleiðis á aðalfundinum.

Nevndin: Mary Antonsdóttir, forkvinna, Marjun Jensen, n.forkvinna, Fríðhild Winther, nevndarlimur, Svenn Martinsson, nevndarlimur og Ragnhild Rasmussen, nevndarlimur.

Tiltakslimir: Andrea Kjeld og Elsa Maria Højgaard.

Hetta er fyrstu ferð, nakað mannfólk er valt í nevnd felagsins og tað skal sjálvandi síggjast í ljósinum av, at tað bert eru 2% menn, ið eru limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Vit ynskja nýggju nevndarlimunum til lukku og gleða okkum til gott samstarv.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button