Tíðindi

Rætturin at arbeiða fulla tíð.

Nú kommunuval er í hondum, eru tað nógv valevnir, ið hava eina meining um, hvussu eldraøkið skal skipast og betrast.

Fyri Heilsuhjálparafelag Føroya, eru tað nøkur ávís viðurskiftir, ið avgjørt eru við til at betra umstøðurnar, hetta fyri, at fólk skulu trívast og støðast á eldraøkinum.

Um vit hugsa um tað, ið hevur verið frammi um, hvussu nógvir limir í felagnum hava útbúgving sum heilsuhjálparar í mun til tey, ið starvast sum hjálparfólk uttan útbúgving, er langt á mál.
Men hvat kunnu kommunurnar gera ítøkiliga fyri, at skapa áhuga fyri, at taka útbúgving?
Tá mann skal velja hvørja útbúgving og yrkisleið ein skal hava, hevur tað stóran týdning, at mann kann forsyrgja sær sjálvum við tí útbúgving, mann velur.

Tá vit hyggja eftir fakbólkinum heilsuhjálparar, eru tað einans umleið 10%, ið starvast fulla tíð. Tá mann lesur starvslýsingar, eru nærum ongar lýsingar, har mann søkir eftir fólki fulla tíð. Tá hugsað verður um øll tilboð, ið eru til útbúgvingar í dag, skilir mann væl, at Heilsuskúli Føroya, hevur trupult við at fáa nokk av næmingum, at manna flokkarnar.

Um vit ikki kunnu bjóða heilsuhjálparum mannsømilig setanarviðurskiftir, fáa vit ta støðuna, vit hava í dag, har bert ein brotpartur av teimum, ið taka útbúgvingina, koma at starvast á eldraøkinum,, ið hendan útbúgvingin beinleiðis er rættað til. Sambært yvirliti hjá felagnum, koma bert nøkur av teimum nýútbúnu heilsuhjálparunum, at arbeiða á eldraøkinum. Ein partur fer sjálvsagt at lesa víðari til heilsurøktara.

Vit hoyra mangan, at leiðarar siga, at fólk ikki vilja starvast fulla tíð, hetta tí at tað er ov strævið. Men hví er tað ov strævið? Er veruleikin veruliga tann, at mann í 2020, skipar arbeiðið á eldraøkinum við so lágari normering, at ongin tíð er til annað, enn ta basalu røktina? Hvat er tað fyri ellisár, vit bjóða okkara eldru, ið hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag? Skulu okkara gomlu vera nøgd við, bara at vera rein, mett og hava tak yvir høvdið? Hvussu síggja vit onnur, framtíðar eldrarøktina, ið ikki hava hana fyri neyðuni enn? Fara vit at góðtaka, at sleppa í bað einaferð um vikuna?

Vit eru vitni til, at leiðslubygnaðurin alsamt veksur, men hvat nyttar tað, um mann ikki hevur nokk av hondum á gólvinum, har borgarin er? Uttan borgarar, eingi leiðslustørv!
Felagið hevur aftur og aftur eftirlýst eina hægri normering á eldraøkinum, men tað er sum at tosa fyri deyvum oyrum –har hendir ov lítið.

Hvat nyttar at taka útbúgving, tá mann ikki kann nýta útbúgvingina sum ætlað? Heilsuhjálparar hava førleikar innan hesi økir: at gera venjingar við borgaranum, aktivering, eygleiðing, umsorgan og røkt og stuðul til dagligt virksemi, stuðul til endurvenjing av mistum førleikum., við støði í tørvi, orku og lívssøgu borgarans. Við ov lágari normering, fáa heilsuhjálparar einans nýtt ein lítlan part av sínum førleikum til gerandisrehabilitering.

Vit vilja hava politikarar, ið veruliga vilja nýta fíggjarorku uppá hægri normering, so at starvsfólk orka at arbeiða fulla tíð og týdningarmest, at borgarin fær nøkur virðilig ellisár og eitt innihald í gerandisdegnum.

Heilsuhjálparafelag Føroya
_______________________
Mary Antonsdóttir, forkvinna

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close