Tíðindi

Neyðuga lønarhækkingin kostar 9,4 mió

Fríggjadagin var Heilsuhjálparafelag Føroya á fundi við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen.

Á fundinum legði felagið fram uppskot, um hvussu vit kunnu loysa eina av størstu og mest átrokandi avbjóðingunum hjá føroyska samfelagnum – stóra trotið á starvsfólki at ansa okkara eldru og veiku borgarar.

Tað skerst ikki burtur, at hyggjast má eftir longdini av vaktunum og starvsfólkanormeringini, men mest av øllum eftir sjálvari lønini.

Miðal mánaðarlønin hjá heilsuhjálparum var í fjør beint yvir 15.000 kr. – Hesum kann eingin liva av.

Útrokningar vísa, at netto kostnaðurin av at lyfta allar limirnar hjá Heilsuhjálparfelagnum upp á eitt lønarstøði, ið samsvarar miðallønini í almenna geiranum, er einans 9,4 mió um árið. Tí heitti felagið á Jørgen Niclasen um at finna hendan pening, og soleiðis steðga støðugu frágongdini av starvsfólki.

Heilsuhjálparar gera veruliga eitt týdningarmikið arbeiði, ið ger mun fyri okkara eldru og veiku. Tí kann eingin liva við, at trotið á heilsuhjálparar alsamt veksur.

Seinni í vikuni fer Heilsuhjálparafelag Føroya undir samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hesar samráðingar eru gylta høvið hjá pørtunum at saman loysa hesa avbjóðing, ið hóttir okkara eldru, okkara veiku og okkum sum samfelag.

At Búskaparráðið, stovnsleiðslur og starvsfólk hava rópt varskó í langa tíð, hevur hvørki fingið land ella kommunur at gera neyðugu ábøturnar. Ístaðin er málið parkerað í einum arbeiðsbólki, ið skal gera eitt álit, alt meðan starvsfólk flýggja og starvsfólkatørvurin gerst meira átrokandi.

Hvørja viku fær Heilsuhjálparafelag Føroya fyrispurningar frá limum, ið vilja gevast í størvum sínum. Tí er tørvurin á eini loysn her og nú.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button