Tíðindi

Nýggja pensjónsloysnin hjá Heilsuhjálparafelag Føroya í Betri pensjón

mars mánaða í ár, fór Heilsuhjálparafelag Føroya (HHFF) undir eina tilgongd, at endurskoða pensjónsloysnina hjá limum felagsins. Í hesum sambandi vóru føroysku pensjónsveitararnir Føroya Lívstrygging og Betri pensjón bidnir um at geva tilboð uppá eina pensjónsloysn til felagið.

Eftir at pensjónstilboðini vóru felagnum í hendi, vóru hesi tilboð neyvt sammett og niðurstøðan var, at tilboð frá Betri pensjón, var betri enn tilboðið frá Føroya Lívstrygging. Nevndin í Heilsuhjálparafelag Føroya tók tí avgerð um, at flyta pensjónssamstarvið úr Føroya Lívstrygging í Betri pensjón. Í hevur sambandi var felagið kring landið í oktobur og greiddi limunum frá, hvat nýggja pensjónsloysnin fevnir um. Limafundir vóru í Tórshavn, í Vágum, í Klaksvík, í Runavík, í Streymnesi, á Tvøroyri og í Skopun. Hendan grein er ein endurgeving av tí, sum varð ført frá á hesum limafundum.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button