Tíðindi

Okkara dugnaligu hetjur.

Nú landið er merkt av, at øll, ið kunnu, eru send heim at arbeiða, hetta fyri at fyribyrgja, at fólk fáa Covid-19, eru tað nógvar hetjur, ið dagliga arbeiða á eldraøkinum og á stuðulsøkinum, ið ikki kunnu fara heim at arbeiða.

Hvønn dag fara hesar dugnaligu hetjur hús úr húsi at veita røkt, stuðul og annars taka hond í, har tað er neyðugt. At arbeiða í heimatænastuni í hesum døgum, er ikki uttan vanda fyri at blíva smittaður. Flest øll av teimum eldru borgarunum hava avvarðandi og onnur, ið koma at vitja, og tí er okkara inniliga áheitan á øll um at ansa eftir, so hesi starvsfólkini ikki verða útsett óneyðugt, fyri at blíva smittaði.

Á øllum heimum á eldraøkinum, er tað ein stórur hópur av starvsfólkum, ið alla tíðina, meðan hetta hevur staðið uppá, trúliga hava røkt sítt arbeiði hvønn einasta dag. Hesar hetjurnar hoyrir mann ikki so nógv um, men veruleikin er, at hesar hetjur eru nógvar 100 í tali og arbeiða hvønn dag á eldraøkinum og á stuðulsøkinum. Eitt øki, ið er rættiliga útsett og sárbært, har starvsfólkini koma tætt at borgarum, og tí mugu starvsfólkini ansa eftir, at tey ikki draga nakra smittu inn til teir eldru borgararnar.

Hetta merkir fyri starvsfólkini, at tey eisini tá tey hava frí, mugu venja seg við at halda frástøðu, fyri ikki at blíva smittaði og liva í sjálvbodnum fongsli.

Vit eru errin av at síggja hvussu væl tit megna hesa stóru avbjóðingina. Tit eru tær sonnu hetjurnar í hesum døgum. Hóast tit óttast fyri at smitta borgaran ella sjálvi at blíva smittaði, seta tit manngarð um teir eldru og veiku borgararnar í hesum landi, og gera tykkara arbeiði við góðum huga. Tað ið eyðmerkir tykkum er, hvussu stóra ábyrgdarkenslu tit hava og vísa í verki og tað kemur serliga til sjóndar í hesum truplu tíðum.

Heilsuhjálparafelag Føroya, vil ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir, og skulu tit vita, at vit hugsa um tykkum hvønn dag, og eru ómetaliga errin av tykkum.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button