Tíðindi

Edith í Trøðini

Eg eiti Edith í Trøðini, eri heilsuhjálpari og arbeiði í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy.

13. mars broyttist okkara arbeiðsdagur, tí tá legðist landið nærmast lamið. Okkara arbeiðs skema er broytt nakað og vit skulu verða meira fyrivarin. Vanliga arbeiða vit í toymi, og vit plaga at møtast áðrenn vaktirnar byrja, men fyri at minka um smittuvandan møtast vit starvsfólk ikki longur, og vit royna eisini at hava eitt fast yvirlit yvir, hvørjir borgarar vit vitja, soleiðis at teir ikki møta meira starvsfólki enn neyđugt. Hóast hetta, haldi eg at samstarvið ímillum okkum sum arbeiđa er gott, og at vit øll á bestan hátt hava tillagað okkum hesar umstøđurnar.

Ein sera umráðandi uppgáva í okkara arbeiði er nærveran, og at vit kunnu geva okkum stundir til okkara eldru. Hetta kunnu vit, av góðum grundum, ikki á sama hátt í hesum koronatíðum. Fleiri av teimum eldru hava tó ringt við at skilja hesa støðuna, og at vit t.d. ikki kunnu geva teimum eitt klemm ella bara taka í hondina á teimum. Ístađin mugu vit royna at taka okkum betur stundir til eitt prát, sum tey eru sera glađ fyri.

Vit spritta og vaska hendur sum aldrin fyrr, og av tí sama hava vit øll nærum fingið “ommuhendur” av øllum sprittinum, hahaha.

Gerandisdagurin heima við hús er eisini nógv merktur av støðuni. Vit ansa væl eftir okkum, eru fyri tað mesta heima og fara til handils tá tað er neyðugt.Hetta bilar ikki nógv hjá mær, tí eg veit hvussu umráðandi tað er, at borgararnar, eg gangi til, ikki gerast sjúkir. Vit í útiøkinum eru meira útsett, enn tey ið arbeiða á røktarheimum.

Tó skal sigast at børnini gleða seg nógv til at sleppa at spæla við vinir teirra og at fáa ein vanligan gerandisdag aftur. Sjeikurin er sjómađur, so børnini eru hjá ommu og abba sínum nú meðan skúlin er stongdur og eg arbeiđi dupultvaktir.

Nú vóna vit at alt kemur aftur í rættlag skjótt, soleiðis at vit aftur kunnu arbeiða sum vant og fáa ein vanligan gerandisdag.

#samanhvørsær

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button