Tíðindi

Petur Oluf Skorá

Eg eiti Petur Oluf Skorá, og arbeiði á Ellisheiminum í Tórshavn, sum hjálparfólk.

Corona ávirkar okkum øll so ella so, eisini – ella kanska ikki minst – okkum, ið starvast innan eldraøkið. Tey eldru eru jú í vandabólkinum, og tí mugu tey verjast ímóti smittu fyri ein og hvønn prís

Vit á Ellisheiminum eru sjálvandi eisini rakt av teimum broytingum í gerandisdegnum, hetta hevur havt við sær fyri flest allar føroyingar. Hetta setir eisini sum vera man sera stóran dám á okkara arbeiðsdag.

Fyri at minka sum mest um smittuvandan, bæði av okkum starvsfólkum, men fyrst og fremst av búfólkunum, hava vit broytt arbeiðsplanin, soleiðis at vit nú arbeiða í føstum bólkum. Arbeiðstíðirnar eru eisini broyttar, soleiðis at nú møta øll, ið arbeiða á somu vakt, samstundis: dagvaktin 8-16, kvøldvaktin 16-24 og náttarvaktin 24-8. Dag- og kvøldvaktin arbeiða í tríggjar dagar og hava so frí í tveir, fyri síðani at arbeiða í tveir dagar og hava frí í tríggjar. Náttarvaktin arbeiðir í eina viku og hevur so frí í eina viku.

Eisini syrgja vit fyri, at vaktirnar ikki møtast við vaktarskiftið. Hetta skal skiljast soleiðis, at farandi vaktin skal vera úti av húsinum, áðrenn komandi vaktin møtir. Er nakað at “rapportera”, verður hetta skrivað niður til komandi vaktina at lesa. Farandi vaktin gongur út í kjallaranum, meðan komandi vaktin kemur inn í erva. Hetta verður gjørt fyri at fyribyrgja, at vaktirnar møtast í hurðini.

Óneyðugt er kanska at nevna, at vit vaska og spritta hendur meir enn vanligt í hesum døgum. Somuleiðis verða øll borð, bæði í matarsalinum (hóast búfólkini eta í kømrunum) og stovuni vaskað og sprittað hvørja nátt. Eisini fáa kardexini ein “umgang.”

Hvat búfólkunum viðvíkur, so eru tey sum mest inni á kømrunum um dagarnar, har tey eisini eta allar máltíðir. Dyrnar eru stongdar fyri øllum vitjandi, soleingi “undantaksstøðan” viðv. Corona stendur við.

Hvat viðvíkur okkum starvsfólkum í frítíðini, so er tað jú soleiðis, at vit mugu ansa væl eftir okkum sjálvum, bæði fyri okkara egnu skuld, men ikki minni við atliti til búfólkið. Vit mugu fyri ein og hvønn prís ikki bera smittuna inn á Ellisheimið. Sjálvur haldi eg meg heima sum mest, tá eg havi frí (eg kann ikki tosa fyri hini), og fari stórt sæð bert út fyri at keypa mat. Gott, at ein hevur teldu og sjónvarp at stytta sær stundir við

Vónandi verður hetta Corona-óskilið yvirstaðið skjótt, so vit øll, starvsfólk, eins væl og búfólk, kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur.

Ansið nú væl eftir tykkum sjálvum í hesum Corona-tíðum.

#samanhvørsær

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button