Tíðindi

Ann-Mari Jensen, heilsuhjálpari

Mítt navn er Ann-Mari Jensen, eg eri heilsuhjálpari/demenssamskipari.
Til dagligt arbeiði eg á Tjarnarlon, sum er eitt dagtilboð fyri heimabúgvandi, sum hava eina demenssjúku.

13 mars bleiv gerandisdagurin hjá øllum føroyingum heilt øðrvísi og einki er sum tað plagar.

Tjarnarlon heldur til á einum røktarheimi og fyri ikki at fáa smittu inn á heimini, máttu vit stongja dagtilboðið.

Tað hevur tó víst seg at tørvur er á at hava ein part av dagtilboðnum opið og húsast vit nú á Stjørnulon har vit samanlagt eru 8 fólk. Vit fylgja heilsufakligu tilmælunum og savnast max. 10 fólk tilsamans.

Vit eru eitt toymi á 4 starvsfólk, sum skiftast at vera til arbeiðis.

Áður eru fólkini heintaði av taxabilum, men nú hava vit fingið ein arbeiðsbil og skal ein av okkum heinta fólkini heima og tað sleppur bert ein inn í bilin í senn.

Vit fara inn eftir fólkunum og tað er ikki lætt at halda frástøðu, øll eru ikki so mobil og skulu tí stuðlast út i bilin.

Vit royna alt tað vit kunnu, at halda frástøðu og spritta hendir, bilar o.a

Vegna smittuvanda eru aktivitetir á dagtilboðnum avmarkaðir og matur kemur útifrá.
Vit royna sum best at vera virkin saman við teimum, ganga túrar, gera fimleik, syngja o.a men hugsa allatiðina um at halda frástøðu.

Tey gomlu eru eisini ótrygg og skilja illa alt hettar við korona.

Ikki at kunna geva teimum eitt klemm, sita tætt og halda í hond, er eitt tað ringasta men alt gongur við einum góðum vilja og vit royna sum best at passa uppá okkum og tey gomlu.

Vit eru nógv útsettar, tí vit koma inn í heimir, har heimahjálpir og avvarðandi hava sína gongd. Eisini eru tey demenssjúku nógv útsett og er tað nokk tað vit sum starvsfólk eru mest bangin fyri, at smitta onkran av teimum.

Eg sakni nógv mínar starvsfelagar og mítt dagliga arbeiðspláss.
Eg royni at passa uppá meg so eg ikki beri smittu við mær til arbeiðsplássið.
Eg síggi bara míni børn, barnabørn og vinir í fjarstøðu og tað er ikki lætt. Sakni tey nógv.

At vita at tað sita nógv demens sjúk heima avbyrgd er eisini ræðuliga tungt. Eg hugsi nógv um tey og mann veit at sjúkan versnar sera nógv við at sita avbyrgdur og at henda koronatíð er eisini ein stór avbjóðing fyri avvarðandi, ið ongan hava at lætta um støðuna.

Eg haldi at starvsfólkið á eldraøkinum gera eitt megnar arbeiði. Passi væl uppá tykkum og gleðiligar páskir.

#samanhvørsær

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button