Tíðindi

Samandráttur av pallborðsfundi á hotel Føroyum, um eldraøkið, 28. okt. 2020

Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, skipaðu fyri pallborðsfundi um eldraøkið á Hotel Føroyum mikukvøldið 28. oktober, har borgarstjórar í samstarvsøkjunum á eldraøkinum luttóku.

Fundurin byrjaði við, at Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya hevði eitt upplegg, til íblásturs fyri luttakararnar í panelinum og kring landið.

Í upplegginum setti Mary spurningin: Hvat er tað fyri eldrarøkt kommunurnar vilja hava og vildi hon hava at vita, hvat Politisku umboðini ætla.

Mary kom í sínum uppleggi inn á hesi evnir: Krav um størri fakligheit, starvsfólkatrot, rættin at arbeiða fulla tíð og spurningin um, hvussu vit  framtíðartryggja økið.

Teir flestu spurningar, ið eru aktuellir í dag, vóru viðgjørdir í upplegginum, og vístu fleiri av luttakarunum í panelinum til uppleggið.

Jónvør Christiansen, AKGS sjúkrarøktarfrøðingur hevði eitt upplegg um avbjóðingar og kompleksitet, við at vera røktarstarvsfólk á eldraøkinum. Hon vísti hagtøl yvir brúkarar í Heimatænastuni, sambýlum og Ellis- og røktarheimum, yvir árligan vøkstur av borgarum yvir 80 ár og samanlagt yvir borgarar yvir 80. Hennara tilmælir vóru:

  • styrk heimatænastuna
  • spyr borgaran
  • Kommunufelagið, samlar hagtøl. Gransking um, hvussu vit best kunnu tilrættisleggja heilsupolitikkin í kommununi, sum tekur væl hond um samansettar gongdir, og hvussu tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt.

Síðani byrjaði sjálvur pallborðsfundurin, og vóru hesi evnir til kvøldið:

  1. Rætturin at arbeiða fulla tíð
  2. Starvsfólkanormering
  3. Hvat vilja kommunurnar gera, fyri at tiltrekkja sjúkrarøktarfrøðingar og heilsuhjálparar og varðveita hesi í størvunum.

Tveir minuttir vóru í part, hjá hvørjum luttakara, at umrøða hvørt evni.

Kjakið var siðiligt og tosað var aftur og fram um, avbjóðingar við at arbeiða fulla tíð. Nevnt var, at lógin um hvílitíð, forðaði fyri, at leggja vaktarætlan á 40 tímar viku, tískil er einasta loysnin at stytta vikuna niður á 37 tímar, sum eina byrjan. Ført var fram, at summi ikki vildu arbeiða fulla tíð, men samstundis var eisini viðgingið, at kanska vóru arbeiðsumstøðurnar ikki nøktandi og at starvsfólk í nógvum førum, ikki megna eina 40 tímar viku, tí at arbeiða við menniskjum, er hart og slítandi. Onkur viðmerking var í salinum, at vit mugu ansa eftir, ikki at tosa økið niður, men heldur at gera nakað við trupulleikan.

Í kjakinum um normering, var ójavnt, hvussu normeringin var kring landið. Í summum kommunum, var játtað heilt fitt av peningi til starvsfólkanormering, men í øðrum kommunum, vóru tey meiri sperd fíggjarliga. Onkur í panelinum førdi fram, at hetta var ikki ein rætt loysn, at leggja eldraøkið út á kommunurnar, tí tað var ein størri fíggjarlig avbjóðing hjá smærru kommununum og kundi tað blíva ein størri avbjóðing, við javnseting millum kommunur.

Tosað var um tyngdina í røktini, og har nevndi ein av luttakarunum, at ein tyngdarmeting eigur at verða gjørd og har normeringin eigur at fylgja við.

Eitt ið kom fram úr panelinum var, manglandi visitator útbúgving og at avleiðingin sostatt er, at visitatiónin ikki er nøktandi og ei heldur eins um landið.

Nevnt var at  “Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 9. mai 2019 lógin um eldrarøkt”, ikki verður hildin í dag. Somuleiðis bleiv nevnt  at eldraøkið enn ikki er eftirmett, hóast tað eru fimm ár síðan, eldraøkið varð lagt út á kommunurnar. Eftirmetingin er ein týðandi liður í, at fáa økið uppá eitt nøktandi støði, somuleiðis hevur afturberingin týdning fyri, hvussu tann einstaka kommunan megnar at rinda fyri eldraøkið.

Við methøgum starvsfólkatrotið, hava kommunurnar ein yvirhonds stóran trupulleika, at tiltrekkja røktarstarvsfólk. T.d í Tórshavnar kommunu, vísa hagtølini hjá Heilsuhjálparafelag Føroya, at tað eru væl fleiri hjálparfólk enn heilsuhjálparar. Her var semja um, at tað at fólk fáa løn undir útbúgving, er ein gongd leið, hetta tí at um fólk hava keypt hús og hava lán, er tað trupult at fara í skúla, og liva fyri stuðul, ið er umleið 3.900,-

Tað er umráðandi at fakligheitin er á høgum støði. Livialdurin hækkar alsamt og tað merkir samstundis, at jú longri fólk liva, fleiri sjúkur kunnu tey fáa. Okkum tørvar tí fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í eldrarøktini, tí at fleiri og fleiri torskildar uppgávur, verða lagdar út til økið. Sjúklingar verða eisini útskrivaðir av Landssjúkrahúsinum nógv fyrr í dag. Eftirspurningurin av heilsuhjálparum og heilsurøktarum er stórur og fyri at kunna veita okkara eldru, ein tryggan og støðufastan gerandisdag, ið ikki er merktur av nógvari útskifting, mugu øll segl setast til, at gera tað attraktivt, at søkja hesi størvini, ið vit sum vælferðarsamfelag, ikki kunnu vera fyriuttan. Nógv hjálparfólk starvast á økinum og er tað alneyðugt at hesin bólkur, áhaldandi verður førleikamentur, so hann hevur so góð amboð og verður enn betur ílatin, til allar tær ymsu uppgávurnar. Spurningurin er so, vil mann sum samfelag hava kvalitetsrøkt ella lappaloysnir, har tað verður gingið uppá kompromis við fakligheitini? Tað er hugstoytt, at størv, har tú ert nærri menniskjanum, eru verri lønt. Her má vend koma í og har er tað lønin og arbeiðsumstøðurnar ið skulu broytast, fyri at lágstatus verður broytt til hástatus og tá koma vit at síggja eina størri tilgongd av starvsfólkum.

Niðurstøðan av pallborðsfundinum er tann, at allir luttakarar vóru samdir um, at nakað má gerast, og at ein gongd leið er, at fólk sleppa at arbeiða fulla tíð, at arbeiðsvikan verður stytt, hetta tí at um vikan verður stytt, er skjótari at koma uppá fulla tíð. Eitt uppskot var, at starvsfólk fáa fulla eftirløn, hóast tey arbeiða niðursetta tíð og eiga størv at verða lýst sum fulltíðar størv, somuleiðis skal lønin upp, so tað verður áhugavert at arbeiða.

Fakligheit var eitt av afturvendandi evnunum, og setur hetta krøv til kommunurnar, hetta soleiðis, at fólk verða førleikament við løn og fáa skeið við løn. Somuleiðis hevur virðingin fyri starvsfólkunum nógv at siga, at tey kenna, at tey verða hoyrd. Ført var fram, at jólagávur og rundir starvsdagar, hava stóran týdning fyri trivnaðin og virðingina fyri einstaka starvsfólkinum og varð hetta praktiserað í summum økjum.

Neyðugt er at alt eldraøkið verður endurskoðað og eftirmett og neyðugt er somuleiðis við nýhugsan, í mun til í dag.

At enda tók Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar orðið og tók samanum frá fundinum.

Hon nevndi, at vit mugu ansa eftir, hvussu vit orða okkum. Orð hava jú týdning og at tað ikki er hóskandi, at tosa um okkara eldru borgarar, sum eina byrðu.  Orð sum, “tey ið arbeiða niðri á gólvinum”, hava nakað neiligt við sær. Ístaðin ber til at siga, starvsfólk, ið er rundanum borgaran.

Óluva vísti á, at tað er vónleyst at yvirhalda lógina um hvílitíð og ásetingar í sáttmálanum um frítíðarskeið, við einari 40 tímar viku. Fyri at yvirhalda lóg og áseting, má vikan styttast niður í 32 tímar, hjá starvsfólkum í vakttungum størvum.

Talið av útbúgvingarplássum, má økjast, fyri at fylgja tørvinum í samfelagnum.

Styrkjast má um heimatænastuna, har dentur verður lagdur á millum annað fyribyrging, fyri at viðlíkahalda sínar førleikar. Hetta viðførir at borgarin kann verða í egnum heimi sum longst.

Byggjast mugu fleiri røktarbústaðir, har eldru borgarir fáa ein hóskandi bústað og hava møguleika at flyta úr egnum og ofta ótíðarhóskandi stórum húsum, til ein bústað ið er betri egnaður til teirra tørv.

Óluva rundaði av, við at vísa á, at fíggingin og lógin á eldraøkinum, mugu endurskoðast, fyri at allir føroyingar kunnu verða tryggjaðir eina ávísa tænastu. Vandin fyri at fáa A og B brúkarar er stórur, sum fíggingin av eldraøkinum er skrúvað saman í løtuni og sostatt hava kommunurnar ymiskar fíggjarligar førleikar.

At enda, handaðu forkvinnurnar í báðum feløgunum, gávu til luttakararnar í panelinum og til tey ið høvdu framløgu.

Heilsuhjálparafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button