Tala á Ráðstevnuni.
Tann 30. november í ár vóru tað 10 ár síðan, at fyrsti flokkurin av heimahjálparum fingu prógv sum heilsuhjálparar, og fingu teir við hesum prógvið, sín egna fakliga samleika.
Ígjøgnum hesi 10 árini, hava 2 flokkar árliga, fingið prógv sum heilsuhjálparar, og er tað at gleðast um, at stig vóru tikin til at fáa Heilsuhjálpara útbúgvingina til Føroya.
Á móttøkuni, í samband við formansskiftið í 2008, segði Mary í Garði, fyrrverandi stjórin í Nærverkinum, millum annað, at heimahjálparar hava fingið útbúgving sum heilsuhjálparar, er størsta førleika menning í nýggjari tíð í Føroyum.
Tað sum harmar meg mest er, tá ið tosað verður um útbúgving, er tað ikki hissini, ið økisleiðslur og deildarleiðarar seta av krøvum á pappírinum. Mangan tikist tað sum, at tá tað kemur til veruleikan, síggja tingini øðrvísi út.
Heilsuskúli Føroya hevur higartil útibúgvið 400 næmingar, og sjálvt um Nærverkið hevur tørv á nógvum útbúnum starvsfólkið tey komandi árini, er tað trupult hjá heilsuhjálparum at fáa starv.
Um heilsuhjálparar fáa arbeiði, fáa teir so vánaligar arbeiðsumstøður í Nærverkinum, at um annað starv er í boði, verður heldur tikið av tí.
Tað kann ikki vera rætt, at heilsuhjálparar í 2011 enn, nærum ikki hava møguleika fyri, at sleppa at starvast fulla tíð. Nei ein tekur heldur ófaklærdir avloysarar inn, til tær longu vaktirnar og gevur heilsuhjálparum, sum eru í føstum starvi tær styttru vaktirnar.
Nú er tað soleiðis, at ongin fer at fáa sær eitt arbeiði í dag, bara tí at teimum dáma arbeiðið, ein skal helst kunna liva, av tí inntøku ein fær gjøgnum arbeiðið.
Nú 10 ár eru liðin síðan teir fyrstu heilsuhjálpararnir fingu prógv, eru tað helst nógvar av hesum, sum hava brúk fyri, at koma á førleikamennandi skeið. Vit vita jú øll, at tá tað gongur ov long tíð frá tí at ein fær eina útbúgving, uttan at ein fær upp fríska nakað av tí ein hevur lært, er skjótt at ein endar aftur í gomlum vanum.
Ein stór avbjóðing sum felagið stendur yvirfyri í nærmastu framtíð er, um eldraøki verður lagt út á kommunurnar at umsita, so verður tað ein stór uppgáva, at ansa eftir at tey rættindi sum vit hava vunnið sum felag, ikki verða mist og at vit ikki standa við einum verri sáttmála, aftaná at kommunurnar evt. hava yvirtikið eldraøki.