Tíðindi

Semingsstovnurin boðsendur

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur verið í samráðingum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið síðan 23. oktober 2019, har partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv í samband við at sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019.

Heilsuhjálparafelag Føroya metir ikki, at samráðingarnar vóru at enda komnir, og tískil eru vit ikki samd um, at Semingsstovnurin longu nú bleiv boðsendur.

Vit boðaðu frá á fundi við mótpartin mikudagin 19. februar 2020, at vit vildu sleppa at tosa við politikararnar fyrst.

Eftir at vit í morgun høvdu gjøgnumgingið krøvini einaferð enn, og vit ikki komu á mál, boðaði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið frá, at tey fóru at senda boð eftir Semingsstovninum.

Hóast at vit gjørdu greitt, at vit vildu tosa við politikkararnar fyrst, varð tað ikki gingið okkum á møti.

Partarnir hittust á fundi hjá Semingsstovninum kl. 13.00 í dag.

 

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button