Taka politikkararnir støðuna í álvara?
Vit virða, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur rætt til at krevja seming, men vit halda samstundis, at tað er alt ov tíðliga at fáa Semingsstovnin upp í leikin.
Vit hava seinasta árið hoyrt politikarar kropp á kroppi viðurkenna, at okkara fakbólkur er týdningarmikil, og at stóri mangulin av starvsfólki er ein álvarsligur trupulleiki. Tosað hevur verið um, at hesi sokallaðu kvinnustørvini mugu fáa eitt lyft, sum munar. Tí hava vit undrast á øgiliga stirvnu støðuna hjá samráðingartoyminum.
Vit boðaðu so seint sum seinasta onsdag KAF frá, at vit vildu sleppa at tosa við politikararnar, men hóast vit fingu at vita, at vit møguliga fingu politikararnar í talu á næsta fundi, so møtti samráðingarnevndin hjá KAF ístaðin upp við einum skrivi um, at tey kravdu Semingsstovnin at taka yvir.
Tí var tað mest súmbolskt virði í, at vit endilig sluppu at hitta politikkarar fyrradagin á fundi við Semingsstovnin.
Vit vóna, at politikararnir halda orð um at skapa tær umstøður, ið gera, at tað gerst attraktivt at arbeiða á eldra- og røktarøkinum. Hvørki okkara limir ella tey, ið okkara limir taka sær av, kunnu liva við politikkarum, ið ikki taka ovurstóra tørvin á arbeiðsmegi í álvara.