Tað skal loysa seg sum pensjónistur at arbeiða.
Sum nú er, verður øll inntøka, ið er omanfyri 45.000 kr. um árið, mótroknað í pensjónini. Hetta merkir, at
bæði arbeiðsinntøka og onnur inntøka sum ratupensjón og lívrenta telja við í teimum 45.000 kr. um árið.
Hetta hevur stóra ávirkan á, í hvønn mun fólk, ið fara um pensjónsaldur, ynskja at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, hóast tey eru væl fyri.
Í Danmark kundi mann fram til endan av 2022, hava eina inntøku á 122.004 kr. um árið, áðrenn mann byrjaði at mótrokna í fólkapensjónini. Frá 1. januar 2023, verður arbeiðsinntøka ikki mótroknað longur og merkir hetta, at tað eingin forðing verður hjá fólki, ið fara um tey 67, at halda fram á arbeiðsmarknaðinum.
Okkara áheitan á politikarar er, at mann ger sum í Danmark, og steðgar við at mótrokna í fólkapensjónini av arbeiðsinntøkuni.
Vit mugu ásanna, at á eldraøkinum, eru nógv roynd starvsfólk, ið gott kunnu halda áfram at arbeiða, eftir at tey fylla 67 ár, men orsakað av, at mann verður knokkroyttur í fólkapensiónini, velja nógv at gevast at arbeiða.
Hetta er sera óheppið, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum á umsorganarøkinum, har stórt starvsfólkatrot er, og ikki minst teimum royndu starvsfólkunum. Tað er spell fyri samfelagið, at eitt stórt tilfeingið, ikki verður gagnnýtt og hetta er eisini diskriminerandi aldurisma ið styggir okkara eldri føroyingar av arbeiðsmarknaðinum