Normeringin skal fylgja arbeiðsbyrðini. Størri arbeiðsbyrða, starvsfólkatrot og alsamt fleiri uppgávur til einstaka starvsfólkið, hevur neiliga ávirkan á trivnaðin hjá bæði starvsfóki og borgara.
Tá starvsfólk einans hava tíð at nøkta grundleggjandi tørvin hjá okkara eldru, gerast ellis-og røktarheim “goymslustøð” heldur enn heim við einum innihaldsríkum gerandisdegi.
Við at gera eina lógarbundna normering, fáa vit:
- Glaðari starvsfólk
- Minni strongd
- Øking av starvsfólkatilfeingi
- Hægri góðsku í røktini
- Lægri arbeiðsbyrðu
- Betri trivna
- Minking í sjúkrafráveru
- Heildarrøkt
- Betri samanhang í arbeiðinum
- Betri skipaðan arbeiðsdag
Minimumsnormering við lóg, er eitt krav til, hvussu nógv starvsfólk skulu verða sett í starv á einari deild, í mun til, hvussu nógv búfólk eru á deildini.
Normeringin má gerast eftir tyngd og ikki bara eftir tali av búfólkum. Við at lógartryggja starvsfólkanormeringina, fer tað at forða fyri, at mann setur sparingar í verk í røktini.