Tíðindi

Tala 09. Juni í samband við formansskifti í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Góðu tit øll!

Dagurin í dag er serstakur fyri tykkum øll. Tit skulu í dag siga farvæl til forkvinnuna, ið hevur stjórna felagið seinastu 9 árini, og bjóða nýggju forkvinnuni vælkomnari.

Fyri 9 árum síðani var eisini móttøka í Heilsuhjálparafelag Føroya, tí tá var tað eg sjálv, ið legði frá mær eftir at hava stjórna felagnum í 12 ár, og má eg siga, at hóast so nógv ár eru farin síðan eg fór víðari, vil tann tíðin eg hevði her, altíð standa sum ein serstakur partur av mínum lívi.

At vera forkvinna í einum so stórum og fjølbroyttum felag krevur nakað serligt. Tó mugu vit ikki gloyma, at tann tíðin, ið er tá ein situr, hvør man er sum persónur og hvønn leiðsluhátt man velur, hevur stóra ávirkan á, hvussu man megnar sína uppgávu.

Tá man velur at bjóða seg fram sum forkvinna, ella at stilla seg í fremstu røð, ger man seg samstundis sárbæran, hetta tí at øll hava eina meining um, hvussu ein skal vera, hvat ein skal gera, og óansæð hvat man ger, ber illa til at gera øll nøgd.

Eg plagi at siga tað nakað soleiðis, at tá man ordiliga upplivir at fáa nøkur stór mál ígjøgnum, so vil øll hava æruna fyri tað- men tá tað gongur gali, er tað formaðurin, ið eigur bóltin.

Eg trúgvi ikki, at tað hevur broytt seg serliga nógv.

Eg sat sum forkvinna frá 1996 og fram til 2008, tá eg byrjaði í starvinum sum deildarleiðari á Taks.

Í míni tíð vóru nógv stór mál sum t.d. bólkarøktin byrjaði, felagið valdi at fara úr Føroya Arbeiðarafelag, felagið broytti navn, vit fingu heilsuútbúgvingarnar til Føroyar og samráddist okkum til løn til tey starvsfólk, ið tóku av tilboðnum um uppskúling, fingu eftirløn og so mangt annað. Sáttmálin var tann besti innan røktarøki, men hóast alt hetta, so vóru tað eisini nógv, ið vóru ónøgd og kundu hugsa sær onnur ting. So um man heldur, at man kemur at gera øllum til vildar, so má eg ugga teg við Mary, at tað verður trupult.

Eitt eg gjørdi mær rættiliga skjótt greitt var, at um tað veruliga skal eydnast, er man noyddur at konsentrera seg um tey nógvu, ið eru nøgd og síggja burtur frá teimum, ið eru ónøgd.

Tá Ása Holm tók við postinum eftir meg í 2008, minnist eg so væl at hon segði, at hon ynskti at vera í Havn inntil ynskti sonurin Sonne var liðugur við skúlan. So løgi tað enn ljóðar, so er hann liðugur nú í summar, so man kann siga, at tað var gott teima.

Ein dag sum hendan, er tað sjálvandi soleiðis, at nøkur føla sorgblídni við at siga farvæl og onnur eru spent uppá hvussu tann nýggja forkvinnan kemur at roynast.

Mín áheitan á tykkum øll er, at tit minnast til, at sjálvt um man stendur í fremstu røð, so kann man koma at gera feilir, og tí er umráðandi at hugsa um, at tað eru menniskjur tit hava við at gera.

Eitt orð, sum eg altíð havi dámt gott er hetta: ger tú móti øðrum tað, ið tú ynskir, at onnur skulu gera móti tær.

Onki at ivast í, at nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið fyri felagið. Tá man sjálvur hevur sitið, soleiðis sum eg gjørdi í felagnum heili 12 ár, so hevur man bygt nógv upp. Hóast tíðirnar tá vóru truplar við nógvum rembingum, og ikki so nógvum pengum, so skal ongin ivast í, at mítt størsta ynski og mín størsta gleði er at síggja, at felagið hevur framgongd.

Í dag eru ikki somu avbjóðingar sum vóru tá, men avbjóðingarnar eru øðrvísi.

Vit eru nógvar, sum fingu prógv sum heilsuhjálparar á skúlanum, ið tá lág á Tvøroyri.

Orsaka av, at tær flestu vóru tilkomnar, tá tær fóru til uppskúling, var eg til allar prógvhandanir á skúlanum. Eg minnist so væl at Susanne, skúlaleiðarin las til hvørja prógv handan eitt avsnitt úr bókini “ Den lille prins”, sum vit allar fingu eitt eintak av.

Kjarnan í boðskapinum hjá franska rithøvindinum Antoine de Saint-Exupery er, at man einans sær rætt við hjartanum, og tað sum hevur stórt týdning, ikki sæst við eygunum. Tað eru følilsini og ikki intellektið, ið telur mest her í lívinum.

Trúgvi neyvan, at hetta at síggja við hjartanum er nakað, vit kunnu læra, trúgvi heldur, at tað er nakað viðføtt.

Vit mugu alla tíðina hugsa um, at tað er sjáldan, at fólk minnast okkum fyri alt vit hava gjørt, heldur minnast tey okkum fyri, hvussu vit fingu tey at føla seg.

Eitt av tí, ið hevur størstan týdning, tá man leiðir ein so stóran og fjølbroyttan hóp er, at man á ein ella annan hátt megnar at leiða soleiðis, at øll kenna seg virdan og kenna, at tey hava týdning.

Sum áður nevnt, við at síggja við hjartanum, og við at brenna fyri sakini, kemur man langt ávegis.

Tá eg við endan av mínum formansskeiðið fór undir at savna upplýsingar um limirnar í felagnum, og at skriva eitt sindur um nøkur av hæddarpunktini, ið eru hend, var størsta orsøkin tann, at hesin fakbólkur, er tann mest óumveriligi fakbólkur innan eldraøki. Í mongum førum, verður hesin fakbólkur yvirsæddur av øðrum fakbólkum, og tí er umráðandi, at gera alt man kann, at heiðra hesar eldsálir, ið eru limir í felagnum.

Tað hevur verið nógv frammi um, at man skal fara burtur frá at nýta orðingar sum heitar hendur, viðvíkjandi røktarstarvsfólki. Tó vil eg siga, at tá vit leitaðu eftir einum heiti til bókina um heima- og heilsuhjálparar, var ongin ivi um, at heitið “hendur, ið fjálga”, var tað heiti, ið best lýsir ta arbeiði, ið hesin fakbólkur er fyri tey, ið á ein ella annan hátt ikki megna sjálvi sín dagligdag, og tí hava tørv á hjálp, stuðli, røkt o.l.

Mary, nú tú skal undir hesa stóru avbjóðing, er tað mín vón, at tú megnar, at hava limirnar í felagnum fremst í huganum, í tínum arbeiði.

Okkara lív hevur ymiskar løtur, summar eru myrkar, meðan aðrar eru ljósar, í dag hevur títt lív fingið nýggjar farvur, nakað nýtt, spennandi og samstundis avbjóðandi stendur fyri framman.

Tað er altíð umráðandi at vera trúgvur móti sær sjálvum, hvat tú enn møtir, og hvat onnur enn meina um teg.

Eg skal at enda ynskja tær Ása blíðan byr framyvir og vil eg ynskja tær Mary alt tað besta í tínum starvi sum nýggj forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Ása Olsen

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button