Limatilfar

Temadagur 7. februar 2019

HVAT GER EIN HEILSUHJÁLPARI?

HVUSSU SVARAR TÚ HESUM SPURNINGI?

FAKLIGI SAMLEIKIN HJÁ HEILSUHJÁLPARANUM

Kom til ein spennandi temadag um júst hetta
Hósdagin 7. februar frá kl 9.00 til 16.00, í Fríðriks Petersensgøtu 7.

Temadagurin verður hildin saman við Monu Mariu Fugloy. Hon er upprunaliga sjúkrarøktarfrøðingur við yvirbygnaði sum cand.cur. (kandidat í sjúkrarøktarfrøði) og hevur í mong ár starvast sum leiðari hjá tvørfakligum heilsustarvsfólkum innan heilsutænastu, røktarheimi og vardum bústøðum. Starvsbólkarnir hava verið heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.

Á temadegnum verður ljós varpað á hvar tað er, at heilsuhjálparin veruliga ger ein mun – bæði fyri borgaran og samfelagið – og eisini fyri sínar samstarvsfelagar, t.d. heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar. Dagurin skiftir ímillum upplegg um heilsuhjálparans fakliga samleika og kjak um støður frá tínum gerandisdegi, har tú fært góð boð uppá, hvussu tú antin teppir – ella enn og betri – upplýsir onnur, sum ikki eru vitandi um, at heilsuhjálpara arbeiðið er eitt sera týdningarmikið arbeiði. Tú fært boð uppá, hvat tú kanst siga og hvussu, tú fært eitt samskifti í lag, sum lýsir tað, tú gert hvønn dag.

Pláss er fyri 30 luttakarum og seinasta freist at tekna seg er 31. januar.

Tilmelding á tlf. 31 77 25 ella á teldupost hhff@hhff.fo

Kostnaður er Kr. 250,00 og upphæddin skal flytast á konto á konto 9870-9990993 í Suðuroyar Sparikassa.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button