Tíðindi
Tjóðveldi á vitjan í Heilsuhjálparafelag Føroya
Við støði í framløguni hjá Búskaparráðnum, vildi Tjóðveldi hoyra okkara sjónarmið, um viðurskiftini á eldraøkinum.
Tosað bleiv um útbúgving við løn, fyri heilsuhjálparanæmingar, hægri starvsfólkanormering, løn, styttri arbeiðsviku, avbjóðingar við niðursettum brøki og nógv annað.
Fyri okkum sum felag, hevur tað týdning, at bæði politiska skipanin, arbeiðsgevarin og fakfeløgini arbeiða saman, um at loysa hendan gordiska knútin.
Ein góður, gevandi og viðkomandi fundur, har tað greitt merktist, at øll umboðini í Tjóðveldi, vóru veruliga áhugaði, at finna loysnir á hesum álvarsligu arbeiðsmarknaðarmálum.