NevndinTíðindi

Valynski: Betri normering

Normeringin skal fylgja arbeiðsbyrðini. Størri arbeiðsbyrða, starvsfólkatrot og alsamt fleiri uppgávur til einstaka starvsfólkið, hevur neiliga ávirkan á trivnaðin hjá bæði starvsfólki og hjá teimum eldru. 

Tá starvsfólk einans hava tíð at nøkta grundleggjandi tørvin hjá teimum eldru, gerast ellisheimini “goymslustøð” heldur enn heim við einum innihaldsríkum gerandisdegi.

Starvsfólkini verða niðurslitin, tí má og skal setast eitt mark fyri, hvussu nógvar borgarar eitt starvsfólk skal hava á einari vakt, og tað skal gerast við lóg.

Fram til løgtingsvalið fer Heilsuhjálparafelag Føroya at bera fram okkara ynski til politiska myndugleikan. Tey verða løgd her á heimasíðuna, og deild á Facebook.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button