
Politiski myndugleikin eigur at seta í verk seniordagar fyri starvsfólk í aldrinum 58 ár til 67 ár. Hesir dagar eru frídagar við løn, ið gera skiftið frá arbeiðslívinum hóvligari.
Starvsfólk, ið eru 58 til 60 ár, fáa tveir dagar, starvsfólk, ið eru 61 ár, fáa tríggjar dagar, starvsfólk, ið eru 62 til 67 ár, fáa fýra dagar árliga.
Fram til løgtingsvalið fer Heilsuhjálparafelag Føroya at bera fram okkara ynski til politiska myndugleikan. Tey verða løgd her á heimasíðuna, og deild á Facebook.