NevndinTíðindi

Valynski: Løn undir útbúgving

Stig skulu takast til, at núverandi heilsuhjálparaútbúgving við studningi verður broytt til løn undir útbúgving.

Tað er ein sannroynd, at fleiri fólk við áhuga fyri okkara faki, setast aftur, tí tað fíggjarliga er ómøguligt at fáa sær útbúgving undir verandi skipan.

Við at broyta skipanina kann politiski myndugleikin gera nakað munagott við stóra starvsfólkatrotið.

Fram til løgtingsvalið fer Heilsuhjálparafelag Føroya at bera fram okkara ynski til politiska myndugleikan. Tey verða løgd her á heimasíðuna, og deild á Facebook.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button