NevndinTíðindi

Valynski: Rættin at arbeiða fulla tíð

Tað almenna skal tryggja rættin at arbeiða fulla tíð. Størv skulu lýsast sum fulltíðarstørv og ikki sum nú, har flestu størv eru við niðursettari tíð. Samstundis er neyðugt at hugt verður at normeringini, so tyngdin í arbeiðinum minkar, so starvsfólk orka at arbeiða fulla tíð. 

Tað er ein stór andsøgn í at okkara limir ikki at sleppa upp á fulla tíð, nú starvsfólkatrotið er methøgt.

Við einum parttíðarstarvi er pensiónsuppsparingin lægri, og er tað eitt bakkast fyri javnstøðuna og føroysku kvinnurnar, ið oftast eru tær, ið arbeiða niðursetta tíð. 

Fram til løgtingsvalið fer Heilsuhjálparafelag Føroya at bera fram okkara ynski til politiska myndugleikan. Tey verða løgd her á heimasíðuna, og deild á Facebook.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button
Close