Tíðindi

Áheitan til Fíggjarmálaráðið

Heilsuhjálparafelag Føroya stuðlar Føroysku Sjúkrarøktarfrøðingunum í teirra lønarkrøvum og fara vit staðiliga at heita á Fíggjarmálaráðið, at fara aftur til samráðingarborðið og fáa rættar samráðingar í lag.

Tíðin er búgvin til at rætta skeivleikarnir í lønarlagnum og skapa virðiligar karmar og uppraðfesta tey bleytu virðini og heitu hendurnar í samfelagnum. Tey sokallaðu kvinnustørvini eru týdningarmikil størv og eiga tey at verða lønt hareftir. Nú fleiri milliónir eru í yvirskoti á fíggjarlógini, er eingin umbering, ikki at fáa lønarviðurskiftini í rætt lag.

Heilsuhjálparafelag Føroya átalar, at avtalurnar hjá Fíggjarmálaráðnum við Starvsmannafelagið, skal verða lønarkarmur fyri aðrar lønarbólkar.

Heilsuhjálparafelag Føroya heitir samstundis á sínar limir, ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Heilsuhjálparafelag Føroya

Mary Antonsdóttir, forkvinna.

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button