Tíðindi

Starvsfólk, ið verða smittað av Covid-19 virus

Heilsuhjálparafelag Føroya, hevur havt samskifti við Arbeiðs- og brunaeftirlitið viðvíkjandi starvsfólkum, ið  verða smittað við Covid-19 virusi, og er fylgjandi galdandi:

Arbeiðstengd smitta við covid-19 virus, er at meta sum ein arbeiðsskaði.
Smitta skal tískil fráboðast eftir somu reglum, sum ein vanligur arbeiðsskaði.
Hetta er tó treytað av, at smittan fylgir vanligu reglunum fyri einum arbeiðsskaða – t.e. at tað er samband millum arbeiðið og arbeiðsskaðan. Hetta merkir, at tað skal kunna ávísast sum sannlíkt, at smittan er fingin í arbeiðnum.

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button