Útsetti aðalfundur felagsins.
Frá Heilsuhjálparafelag Føroya
Útsetti aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum, mikudagin tann 24. juni kl. 13.00
Dagsskráin fyri vanligan ársaðalfund er henda:
Val av fundarstjóra.
1. Frásøgn um virki felagsins í farna ári.
2. Grannskoðaður roknskapur leggjast fram til góðkenningar.
3. Val av nevndarlimum og tveimum tiltakslimum.
4. Formansval.
5. Ásetan av limagjaldi.
6. Ásetan av løn til formann, og samsýning til nevndarlimir.
7. Møguligar lógarbroytingar.
8. Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
9. Val av grannskoðara
10. Ymiskt.
Í ár er formansval á skránni, uppskot til formansvalevni og onnur uppskot til aðalfundin, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Orsaka av støðuni við Covid -19 verður ongin døgurði eftir aðalfundin.
Fyri at halda heilsufakligu tilmælini um frástøðu, er neyðugt við tilmelding á hhff@hhff.fo ella á tlf. 317725.
Seinasta freist at melda til aðalfundin er mikudagin 17. juni kl. 16.00.
Nevndin.