Tíðindi

Løn til næmingar

LØN TIL NÆMINGAR
Tað er sjálvandi stórt spell, at løn undir útbúgving, ikki kom á fíggjarlógina í ár, hóast vit hava stríðst av øllum alvi fyri tí. Men sambært Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis og mentamálum, verður grundleggjandi arbeiðið gjørt, sum heilsuhjálparaskipanin er partur av og tað arbeiðið er væntandi liðugt áðrenn ársskiftið.
Á Heilsuskúlanum ganga tveir flokkar av heilsuhjálparanæmingum árliga, men avbjóðingin er, at flokkarnir ikki eru fullsettir og tískil er neyðugt at hugsa um aðrar alternativar loysnir, at rekruttera næmingar og tað er so okkara uppskot, at næmingar fáa løn, ístaðinfyri studning og hesum tekur landsstýrismaðurin eisini undir við.
Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button