FUNDUR VIÐ FOA Í FARNU VIKU!
Fundur við FOA í farnu viku!
Heilsuhjálparafelag Føroya var á fundi í FOA í farnu viku, har fundir vóru við formannin í FOA Torben Hollmann og fakliga stjóran, Per Lange.
Tosað var um løggilding til heilsuhjálparar og hvussu langt var komið við tí arbeiðinum. Har er peningurin ið skal játtast til løggildingina, ikki játtaður enn, men arbeitt verður víðari við málinum.
Umrøddar vórðu avbjóðingarnar á eldraøkinum, í samband við rekruttering.
Arbeitt verður við einum nýggjum formi fyri einum betri sálarligum arbeiðsumhvørvi, (på vej mod et bedre arbejdsmiljø) har mann fer frá at visitera í tíð. Royndir verða gjørdar at arbeiða í minni bólkum, so betri samanhangur er í arbeiðinum, ið er til gagns fyri bæði starvsfólk og borgarar.
Tosað var eisini um løn undir útbúgving, har Anders Fogh Rasmussen, táverandi forsætisráðharri, boðsendi avvarðandi pørtum til trípartasamstarv um almenna voksenløn. Tað er í stórari andsøgn við viðurskiftini her heima. Hóast Heilsuhjálparafelagið hevur arbeitt við uppskotinum í fleiri ár, eru vit ongan veg komin enn. Tað seinasta ið hoyrdist var, at Kommunufelagið ikki hevur gingið uppskotinum á møti.
Síðan 2008 hevur mann bundið seg til at veita fleiri starvsvenjingarpláss til útbúgvingarnar við løn. Hesar avtalur ið vórðu gjørdar, vórðu gjørdar við trípartasamstarvi og eru eftirfylgjandi staðfestar í sáttmálanum.
Seinasta trípartasamráðingin/avtalan, varð gjørd í samband við Covid-19.
Vit koma ikki uttanum, at skulu munagóð úrslit verða framd í verki, er trípartasamstarv tann einasta rætta loysnin.
Trípartasamstarv er eitt samstarv ímillum politiskan myndugleikan, arbeiðsgevarafeløg og arbeiðstakarafeløg/fakfeløg.
Mary Antonsdóttir, forkvinna.