Tíðindi

Nýggjur sáttmáli fyri limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nýggjur sáttmáli fyri limir í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Vit eru sum heild nøgd við semjuna, hóast nakað av tí vit ynsktu, ikki kom við. Men tað er vandin, tá Semingsstovnurin kemur uppí, tí tá yvirtaka teir samráðingarnar og royna at finna eina semju, ið báðir partar kunnu liva við.

Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið.

Lønirnar hækka soleiðis:

Tann 1. januar 2022, hækka lønirnar 1,25%

Tann 1. oktober 2022 hækka lønarnir 710 kr fyri øll lønarstigini

Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar 2,5%

Umframt hesar lønarhækkingar, fáa heimahjálparar eitt endastig aftrat og koma upp á stig 8. Hetta gevur eina endaløn á 26,903 kr.

Heilsuhjálparar fáa eitt lønarstig aftrat og koma upp á stig 13. Hetta gevur eina endaløn á 29,052 kr.

Týðandi broytingar eru gjørdar viðvíkjandi úrtíð og í samband við ferðing til skeið.

Vit gjørdu pørtunum púra greitt, at einki undir 29.000 kr á endalønini, kom at blíva góðtikið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevði eina rúgvu av mótkrøvum og har gjørdu vit bart, at vit góðtóku ikki at missa vunnin rættindi og vóru eingi av teirra krøvum í semingsuppskotinum.

Fyrrapartin í dag vóru álitisfólkini á felagnum, har semingsuppskotið, varð lagt fyri tey.

 

 

Semjan verður løgd út á heimasíðu felagsins í morgin.

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button