Tíðindi

Petra Bjarnaskor, heilsuhjálpari

Eg eiti Petra Bjarnaskor, eri heilsuhjálpari og starvist á heiminum við Vágna í Klaksvík.
Síðani korona er staðfest er nógv broytt á arbeiðsplassinum.

Vit eru deild upp í bólkar, og arbeiða 5-2.

Tá ið vaktin hjá okkum er liðug, skulu vit ikki geva rapport, men skriva alt í bøkur hjá búfólkunum, og um tað er nakað serligt at hugsa um hjá næstu vakt, verður tað skrivað upp í spiral bókina á skrivstovuni á eindini.

Eisini skulu vit spritta allar yvirflatir av áðrenn vaktarskiftið.

Hjá borgaranum er ikki møguleiki at fáa vitjan, og hava tey heldur ikki møguleika, at fara út sum tey plaga.

Øll hesi tilmæli gera sjálvandi, at tey sakna síni, men vit sum starvsfólk royna tað sum vit megna at tosa við tey. Heimið hevur keypt ein teldil til hvørja eind, so at vit kunna ringja til teirra avvarðandi á messenger, og tad eru tey rættiliga glað fyri. Eisini hava vit møguleika, at fara ein busstúr við onkrum av búfólkunum og tað lættir eisini um gerandisdagin hjá teimum.

Heima hjá okkum er gerandisdagurin nógv broyttur. Eg eigi 2 børn og tey eru von at vera nógv úti og spæla við onnur børn, sum umstøðurnar eru nú, ger tað at tey ikki kunnu alt tað tey eru von við, hetta avmarkar gerandisdagin hjá teimum og mær nógv.
Hvussu leingi vit skulu arbeiða undir hesum serligu umstøðunum, veit eingin at siga við vissu, men vit gera alt tað vit eru ment, fyri at okkara gomlu fáa so góða røkt og umsorgan, sum til ber.

#samanhvørsær

 

Dáma og deil:
Vís meira

Líknandi

Back to top button